Deutsch-Färöischer Freundeskreis (DFF) e.V.
Färöische Nachrichten

Gleðiligar páskir / Frohe Ostern

Páskirnar eru kvennkyn

ka - Týskt-Føroyskt Vinagelagnum ynskir øllum límum gleðiligar páskir!
Der Deutsch-Färöische Freundeskreis wünscht allen Mitgliedern und Färöerfreunden ein frohes Osterfest!

Nú á páskum er gott høvi at umrøða orðið »páskir« enn einaferð.
Jetzt an Ostern beschäftigen wir uns für die Färöischsprechenden unter uns etwas ausführlicher mit dem färöischen Wort »Ostern« (páskir).

Týskt-Føroyskt Vinagelagnum ynskir øllum límum gleðiligar páskir! // Der Deutsch-Färöische Freundeskreis wünscht allen Mitgliedern und Färöerfreunden ein frohes Osterfest! (Mynd / Bild: Klaus Averberg)Týskt-Føroyskt Vinagelagnum ynskir øllum límum gleðiligar páskir! // Der Deutsch-Färöische Freundeskreis wünscht allen Mitgliedern und Färöerfreunden ein frohes Osterfest! (Mynd / Bild: Klaus Averberg)

Á páskum í fjør skrivaði Marjun Arge Simonsen, málfrøðingur, soleiðis í Sosialinum:

Javnan hoyrist orðið »páskini«. Har er rætta sniðið »páskirnar«. Sniðið »páskini« er íkomið av jólunum, tí har siga vit »jólini« – »tey«. Men »páskirnar« hava annað kyn; páskirnar eru »tær«. Og tosa vit um tíðina í hesum døgum, so nevnist hon »um páskirnar«. Og tá ið vit heilsa vinum, kenningum og skyldfólki um høgtíðina, er rætta orðingin »gleðiligar páskir«.

Leygardagin í páskavikuni nevna vit vanliga »páskaaftan«. Tað kunnu handlar, fyritøkur o. o. hava í huga, tá ið lýst verður við, nær ið opið er um høgtíðina. Har­um­framt skal havast í huga, at tað nevnist »páskadagur« og »annar páskadagur«. Mælast má frá at siga »fyrsti páskadagur«.

Eisini onnur heiti kunnu verða tikin fram, nú ið páskavikan er um at røða. Eitt nú er ólag komið á orðið »skírhósdagur«. Í framburði verður orðið drigið saman og hevur sniðið »skírisdagur«. Tað sniðið kunnu vit eisini nýta í skrift. Men tað ber ikki til at nýta orðið »skírishósdagur«, tí so er tað dupultorðað.

Dagurin fyri skírhósdag nevnist skírhósaftan, og her skulu vit hava í huga, at orðið verður borið fram »skírisaftan«.


15.04.2017


Kelda / Quelle: http://www.in.fo/news-detail/paskirnar-eru-kvennkyn/

  • Pressemitteilung
  • Zeichenanzahl: 1.892
  • Anhänge: JPG
Bilder zum Download:
Verwandte Themen